Í morgun varð Portalurin í nýggjum líki lagdur út. Síðan er nú nógv einfaldari á telefonini, og atgongdin til tænasturnar nógv lættari.
Tað skal tó sigast beinanvegin, at vit enn ikki eru heilt liðug, og at allar tænasturnar í løtuni ikki rigga heilt sum tær skulu. Vit arbeiða við hesum í løtuni, og rokna við, at alt er fallið upp á plass innan stutta tíð.
Men aftur til tað sum riggar. Við at trýsta á hasar tríggjar strikurnar, sum standa undir liðuni av portal.fo ovast – onkur kallar tað fyri lagkøku –, kemur tú til nýggju valmyndina, sum inniheldur allar tænasturnar, sum nógvir føroyingar brúka hvønn dag. Her finnur tú eisini leinkjur til miðlarnar sum liggja undir Portalinum, so sum dagur.fo, dimma.fo, oljan.fo og torg.fo.
Eisini hava vit betra um tíðindastreymin, so tað nú er atgongd til fleiri tíðindi. Hetta soleiðis, at tú kanst blaða niðureftir til tú ikki orkar at lesa meira.
Vit vóna, at tit taka væl ímóti betringunum. Spurningar og uppskot um broytingar eru vælkomin. Vit taka gleðiliga ímóti viðmerkingunum.
Send teldupost til [email protected].
Vinarliga
Sverri Egholm, netredaktørur, Portalurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald