![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Listafólk hava verið noydd at seta eina sokallaða trygdarveðseting hjá danska tollvaldinum fyri listaverk, tá hesi skulu fraktast til Danmarkar í sambandi við framsýningar.
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, spurdi tí í fjør danska skattamálaráðharran, um hetta kundi broytast, soleiðis at listafólk lættari kunnu frakta listaverk til eitt nú framsýningar í øðrum londum í ríkisfelagsskapinum.
- Talan er ikki um stórar upphæddir, men sjálv tilgongdin er ofta drúgv og ger tað óneyðuga tvørligt hjá føroyskum listafólki at vísa sína list fram í Danmark, sigur Sjúrður Skaale.
Morten Bødskov, skattamálaráðharri, tók fyrispurningin frá fólkatingsliminum til eftirtektar og setti eina kanning í verk. Í brævi til fólkatingslimin boðar ministarin nú frá, at kravið um trygdarveðseting (sikkerhedsstillelse) nú verður slept, og at eitt uppskot um lógarbroyting verður sent til hoyringar í hesum døgum.
Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum á fólkatingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald