Løgtingið gjørdi nakrar broytingar í ferðslulógini í fjør. M.a hækkaði aldursmarkið fyri krav um læknaváttan við endurnýggjan av koyrikorti vegna aldur í koyrikortflokki 1 úr 70 árum upp í 75 ár. Koyrikortflokkur 1 umfatar stórt prutl, motorsúkklu og vanligan bil.
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, broytir nú kunngerðina um koyrikort og koyrifrálæru, koyrikortkunngerðina, so at koyrikortið skal endurnýggjast, tá ið persónur verður 75 ár.
Endurnýggjanin av koyrikortinum skal gerast við læknaváttan og verður galdandi í 5 ár. Tá ið persónurin verður 80 ár, skal koyrikortið endurnýggjast við læknaváttan 2. hvørt ár.
Í grannalondunum eru aldursmørkini ymisk, og ymiskt er við kravi um læknaváttan ella eginváttan.
Í Noregi er koyrikortið galdandi í 15 ár, til persónurin hevur fylt 75 ár. Endurnýggjan eftir 75 ár er treytað av nýggjari læknaváttan. Hareftir við 78 ára aldur og eftir tað 2. hvørt ár.
Í Finnlandi er gildistíðin hjá koyrikortum vanliga 15 ár, tó hægst til persónurin hevur fylt 70 ár. Endurnýggjan eftir tað er treytað av nýggjari læknaváttan 5. hvørt ár.
Í Svøríki er onki ovara mark fyri ta vanligu gildistíðina, sum er 10 ár, men endurnýggjan av koyrikortinum er treytað av, at fylt verður út ein eginváttan um heilsu.
Í Bretlandi er koyrikortið galdandi í 10 ár til persónurin hevur fylt 70 ár. Eftir hetta er gildistíðin 3 ár. Persónurin skal útfylla eina eginváttan um heilsu, men ikki læknakanning.
Í Danmark bleiv 75 ára aldursmarkið fyri endurnýggjan av koyrikorti við læknaváttan tikið av á sumri í fjør. Broytingin varð gjørd, hóast Justitsministeriet, Sundhedsstyrelsen og Rigspolitiet mæltu til eitt aldursmark.
Tíðindaskriv frá Samferðslumálaráðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald