
Leygardagin 5. juli frá klokkan 10 til 16 verður Laksatorgið aftur Niðri á Støð á Glyvrum.
Hetta verður ein spennandi dagur við upplivingum fyri bæði børn og vaksin. Laksatorgið er ein lívligur marknaður og eitt stórt familjutiltak, skrivar Visit Runavík í tíðindaskrivi.
Á Laksatorginum verður m.a. ókeypis smakkiroyndir frá Etika og Bakkafrost, ponyríðing og kajakkir, dreyibenkir, fiskakør og onnur handverk, umframt tónleik, barnaundirhald og eina fulla pallskrá við spennandi innsløgum.
Eisini verður eitt sølutorg við fjølbroyttum vørum umframt matvognar og smáttur við mati og drykkjuvørum.
– Vit viðmæla, at fólk hava reiðan pening við, tí ikki øll sølustøðini taka kort, skrivar Visit Runavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald