Uttanlands

Landasorg í í tríggjar dagar eftir tokvanlukkuna í Spania

Ljóðupptøkur millum tokleiðsluna í Madrid og lokomotivførararnar tykjast at vísa, at annað av tokunum fekk loyvi til at halda fram á ferðini hóast eitt tok longur frammi á sporinum varð støðgað.

(Mynd: Thomas Coex/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Thomas Coex/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-29 11:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Spania byrjaði ein trý daga long landasorg í dag eftir at 68 fólk í gjár lótu lív í eini ógvusligari tokvanlukku, tá tvey skjóttkoyrandi tok rendu saman.

Talan er um eina av tokvanlukkunum í Evropa í hesi øldini, ið hevur kravt flest mannalív, skrivar Ritzau.

Sorarleikurin hevur reist nýggjan iva um trygdina á jarnbreytanetinum í Spania eftir at landsins ferðslumálaráðharri boðaði frá, at talan var um ein “feil” av “ókendum orsøkum”.

Fyrr í ár lótu 46 fólk lív í eini aðrari tokvanlukku í Spania. Forsætisráðharrin í landinum, Pedro Sánchez, sigur, at tað ikki kann góðtakast, at Spania verður rakt av tveimum slíkum álvarsligum tokvanlukkum í sama ár.

Vanlukkan í gjár hendið miðskeiðis í landinum í Castilla-La Mancha landsljutinum, tá eitt tok frá almenna felagnum Renfe við 397 ferðafólkum rendi upp í eitt tok frá privata felagnum Iryo, sum stóð stilt á breytini.

Iryo-tokið, ið varð rakt aftanífrá, hevði 147 ferðafólk umborð. Ógvusligi samanstoyturin fekk fleiri tokvognar at skrambla oman í eina brekku. Talan er um eitt jarnbreytastrekki, ið bindur høvuðsstaðin Madris og Sevilla saman.

[object Object]
(Mynd: Ana Beltran/Reuters/Ritzau Scanpix)

Totalt kaos

Bjargingarlið hava í nátt kannað teir oyðilagdu tokvognarnar fyri at leita eftir fleiri deyðum. Fleiri fólk eru enn saknað, og fleiri av teimum deyðu eru ikki eyðmerkt, skrivar BBC. Harumframt eru fleiri særd, hvørs støða er álvarslig.

31 ára gamli Josimar Medina úr Peru, sum helt feriu í Spania saman við unnustuni hevur greitt frá, at hann svav í Renfe-tokinum, og vaknaði “í leysari luft”.

Ein annar ferðandi – 42 ára gamli Pablo Mejia – slapp undan vanlukkuni við skaða í høvdinum. Hann greiddi frá, at hann júst hevði skift pláss í tokinum, og at tað bjargaði lívi hansara.

Ílatin eina blóðuga troyggju og við einum oyðilagdum kufferti í hondini greiddi hann frá “einum ógvusligum samanstoyti. Ein rúgva av fólki á gólvinum oman á hvørjum øðrum, setur, ið vóru skrædd leys, kuffert, totalt kaos”.

Myndugleikarnir kanna enn orsøkina til tokvanlukkuna. Ljóðupptøkur millum tokleiðsluna í Madrid og lokomotivførararnar tykjast at vísa, at annað av skjótu tokunum fekk loyvi til at halda fram á ferðini hóast eitt tok longur frammi á sporinum varð støðgað, skrivar BBC.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder