2019-05-02 07:54
Tórshavnar kommuna boðar frá, at í sambandi við at farið verður undur at nútímansgera Landavegin í Havn frá Heygsvegnum út til Marknagilsvegin, verður ferðaætlanin hjá leið 5, leið 6 og leið 8 broytt, meðan arbeiðið fer fram.
Ístaðin fyri at koyra út eftir Landavegnum koyrir leið 5 niðan eftir Grønlandsvegnum / Svalbardsvegnum og út til Glasir og síðani víðari eftir ferðaætlanini.
Leið 6 og Leið 8: Tá koyrt verður vesturum til Velbastaðar og Kirkjubø verður koyrt niðan eftir Dalavegnum, tá leið 6 kemur til Havnar verður koyrt eftir Svalbardsvegnum / Grønlandsvegnum og so víðari eftir ferðaætlani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald