Innanlands

Landsbankin: Fleiri hava høgt skuldarlutfall

8,9% av øllum føroysku húskjunum skyldaðu í 2023 meira enn tríggjar ferðir sína árliga bruttoinntøku. Í 2022 vóru tey 7,5%.

2024-07-15 10:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Meginparturin av skuldini hjá føroysku húsarhaldini er skuld til bústaðarlán.

Føroysku húsarhaldini høvdu bústaðarlán fyri 13,2 mia. kr. tilsamans í mai 2024. Bústaðarlánini í føroysku bankunum vóru nærum 9,7 mia. kr. og eru økt 13% tað seinasta árið, ímeðan donsku realkredittlánini vóru góðar 3,5 mia. kr.; tey eru minkað við 7,5% í mun til mai 2023.

Summi húskir eru serliga viðkvom yvirfyri rentuhækkingum. Tað eru húskir við høgum skuldarlutfalli, ið hava sethúsalán við broytiligari rentu og/ella hava sethúsalán uttan avdráttir. Húskir við slíkum sethúsalánum hava í størri mun skulað nýtt ein øktan part av síni tøku inntøku til rentuútreiðslur í hesum tíðarskeiðinum meðan renturnar eru øktar. Í mai 2024 var 89,5% av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum við broytiligari rentu og nærum 4% uttan avdráttir.

Í 2023 vóru umleið 300 fleiri húskir í Føroyum, enn í 2022. Verður bert hugt at teimum húsarhaldum, sum hava skuld omanfyri tvær mió. kr. og skylda meir enn tríggjar ferðir sína ársinntøku, eru tey vorðin 200 fleiri í 2023, enn í 2022.

Burturav hesum 200, vóru tað 100 fleiri húskir í 2023 í mun til í 2022, sum skyldaðu millum tríggjar og fýra ferðir inntøkuna, 30 fleiri sum skyldaðu millum fýra og fimm ferðir inntøkuna og 70 fleiri, sum skyldaðu omanfyri fimm ferðir inntøkuna.

[object Object]

Á myndini niðanfyri sæst, tað er í teimum hægru skuldarlutføllunum, at skuldin hjá føroysku húskjunum er økt í 2023 samanborið við 2022.

[object Object]

Húsarhaldini læntu sostatt meira í 2023 samborið við sína inntøku, enn tey gjørdu í 2022, hóast rentustøðið er økt. Økta rentustøðið ger, at húsarhaldini í dag noyðast at nýta ein størri part av síni tøku inntøku uppá rentuútreiðslur, enn áðrenn rentan byrjaði at hækka í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder