Innanlands

Landsbankin: Innlánsyvirskotið í bankunum 1,8 mia. krónur í februar

Samlaðu innlánini (uppsparingar) vóru í februar 2023 nærum 20,9 mia. kr., meðan samlaðu útlánini vóru góðar 19,1 mia. kr

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-04-24 10:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 1,8 mia. kr. í februar 2023.

Innlánsyvirskotið er innlán hjá føroyskum peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frádrigið útlán hjá somu.

Samlaðu innlánini (uppsparingar) vóru í februar 2023 nærum 20,9 mia. kr., meðan samlaðu útlánini vóru góðar 19,1 mia. kr.

[object Object]

Innlánsyvirskotið fall nógv í 2021 orsakað av søluni av donsku deildini hjá BankNordik. Innlánini í føroysku bankunum eru síðani økt. Millum annað hevur privata vinnan økt um síni innlán hetta seinasta árið, og serliga er tað fiski- og alivinnan, sum hevur sett meira inn á konto í føroysku bankunum síðani á vári 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder