
Í myndini niðanfyri er privata eftirlønaruppsparingin, sum húsarhaldini eiga, víst saman við húsarhaldsskuldini. Bæði tvey eru roknaði í % av BTÚ. Myndin vísir ein positivan samanhang millum stødd av skuld og stødd á privatari eftirlønaruppsparing, ið merkir, at í teimum londum, har pensjónsuppsparingin er stór, er líkt til at húsarhaldsskuldin eisini er stór.
Danmark hevur hægstu eftirlønaruppsparingina av vístu londunum í myndini; hon er meira enn tvær ferðir støddina av BTÚ, men donsku húskini hava samstundis eina stóra skuld; hon er omanfyri 100% av BTÚ í 2019.
Føroysku húsarhaldini hava til samanbering eina skuld á 59% av BTÚ, meðan privata eftirlønaruppsparingin er 48% av BTÚ í 2019. Í miðal er privata eftirlønaruppsparingin hjá vístu londunum í myndini 57% av BTÚ í 2019, meðan miðalið fyri húsarhaldsskuld er 63% av BTÚ í 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald