- Landsstýrið hevur ætlanir um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Hetta átak hevur serliga tvær búskaparligar avbjóðingar við sær, skrivar Landsbanki Føroya.
Eitt, sum fylti nógv í valstríðnum fyri umleið hálvum ári síðani, og sum gjørdist partur av samgonguskjalinum, var at arbeiðsvikan skal styttast. Hetta skal gerast stigvíst.
Seinastu tíðina hava onkrar røddir ávarað ímóti hesum, og fyrrapartin er Landsbanki Føroya komin út við skrivi. Har verður tað sett upp á tann hátt, og gjørt rímiliga greitt, at ætlanin fer at fáa millum annað greiðar fríggjarligar avbjóðingar.
- Landsbankin metir, at ein stytting av arbeiðstíðini niður í 37 tímar, uttan iva førir til ein vøkstur í lønarútreiðslunum, og at henda lønarhækking ger fíggjarpolitiska haldførið hjá landinum verri (...) Ein styttri arbeiðsvika økir um kostnaðin til lønarútreiðslur og setur enn størri trýst á arbeiðsmarknaðin.
Heimasíðan landsbankin.fo skrivar, at líknandi lønarlag - hóast styttri arbeiðstíð - fer at gera umstøðurnar hjá arbeiðsgevarunum truplari og samanumtikið veksa um lønarútreiðslurnar.
- Fyri flest allar sáttmálar er hetta ein stytting av arbeiðstíðini, hóast tímatalið ikki er eins fyri ymisku sáttmálarnar. Hóast lægri vikutímatal, er ikki ætlanin við uppskotinum hjá landsstýrinum at lækka lønina. Tað vil siga, at arbeiðsgevarin (um hann er almennur ella privatur) fær færri arbeiðstímar fyri somu pengar. Í nøkrum førum ber møguliga til hjá arbeiðsfólkinum at fremja somu uppgávur uppá styttri tíð – men tað ber ikki til allastaðni, og arbeiðsgevarin má í hesum føri rinda meira fyri at fáa tað sama burturúr. Harafturat eru tað fleiri starvsøki, har manning skal vera 24 tímar um samdøgrið allar dagar í vikuni. Her er neyðugt at seta fleiri fólk inn, og tað veksur um lønarútreiðslurnar.
Eitt er minni ágóða fyri somu løn - eitt annað er, at fíggjarpolitiska haldføri helst versnar. Sum nú er hevur landið ikki ráð til verandi vælferðarstøði í framtíðini:
- Fíggjarpolitiska haldførið snýr seg um, hvørt almennu inntøkurnar megna at fíggja almennu útreiðslurnar í framtíðini, serliga við atliti til vaksandi talið av eldri fólki. Útrokningar eru gjørdar av haldførinum, og tær vísa, at Føroyar ikki hava ráð til verandi vælferðarstøði í framtíðini, og at tað tí verður neyðugt at fremja almennar skerjingar og/-ella skattahækkingar. Hetta er galdandi áðrenn eina møguliga broyting at stytta arbeiðsvikuna. Tiltakið er tí við til at gera haldførið enn verri, enn tað longu er nú. Uppskotið er tískil heldur ikki gott fyri kredittvirðið, og harvið fíggjarliga rásarúmið hjá Føroyum.
Demografiska/starvsfólkaliga avbjóðingin
Arbeiðsloysið í Føroyum er í løtuni søguliga lágt - 0,7 prosent er seinasta talið, sum er kunngjørt. At tað er so lágt merkir í roynd og veru, at vit longu nú mangla nøkur hundrað starvsfólk í føroyska búskapinum, vísir Landsbankin á. Og tað er júst tað, sum hendan avbjóðingin snýr seg um.
Í skrivini verður víst á tøl, ið benda á, at Føroyar sambært framrokningunum og øðrum tølum helst fara at mangla arbeiðsmegi - og hetta er áðrenn styttri arbeiðsviku.
- Lága arbeiðsloysið, sum Føroyar hava í dag er ikki bert eitt konjunkturarbeiðsloysi, men eitt strukturelt arbeiðsloysi. Lága arbeiðsloysið fer væntandi at verða nógv ár fram í tíð(...) At búskapurin ikki fær neyðug starvsfólk hevur tað avleiðing, at vakstrarmøguleikarnir, tað vil siga búskaparvøksturin, verður minni, enn hann annars hevði verið. Búskaparvøkstur er neyðugur, skal Føroyar framhaldandi kunna bjóða tær vælferðartænastur, ið vit hava í dag, eitt nú um vit framhaldandi ynskja at veita góðar viðgerðir á landssjúkrahúsinum ella at kunna bjóða eldri fólki eldrarøkt eftir tørvi.
Niðurstøðan er, at tað longu nú er eitt stórt trýst á arbeiðsmarknaðinum at útvega arbeiðsmegi, eisini fram í tíð. At stytta arbeiðsvikuna fer ikki at minka, men heldur økja um hetta trýst, tí tað fara at mangla enn fleiri arbeiðsfólk, um arbeiðsvikan verður stytt, staðfestir Landsbankin.
- Tá ið arbeiðsmegi vantar, er tað búskaparliga skilagott at økja heldur enn at minka um arbeiðsútboðið. Um uppskotið um styttri arbeiðsviku verður samtykt, fer tað at føra til at enn fleiri starvsfólk fara at vanta til alneyðugar vælferðartænastur, og at bæði privati og almenni geirin ikki fær tey neyðugu starvsfólkini, ið skulu til fyri at fremja búskaparvøkstur. Ein styttri arbeiðsvika bæði økir um kostnaðin til lønarútreiðslur og setir enn størri trýst á arbeiðsmarknaðin.
Endaliga staðfestingin er, at verður arbeiðsvikan stytt, skulu tær báðar høvuðsavbjóðingarnar - tann fíggjarliga og tann demografiska (starvsfólkaliga) - loysast.
Til ber at lesa alla útleggingina hjá Landsbankanum her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald