Níggju fólk hava í morgun latið lív í russiskum rakett- og dronuálopum móti vestara parti av Ukraina, skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á sosiala miðilin X.
Øll vórðu dripin í einum álopi á býin Ternopil, har fleiri íbúðarbygningar vórðu raktir. Umframt tey, sum hava latið lív, vórðu fólk í hópatali eisini særd.
Sambært Zelenskyj brúkti Russland fleiri enn 470 dronur og 48 rakettir undir álopunum, sum longu byrjaðu í gjárkvøldið.
Í næststørsta ukrainska býnum Kharkiv vórðu í minsta lagi 32 fólk særd sambært guvernørinum í økinum.
Eisini er boðað frá álopum í økinum kring býirnir Ivano-Frankivsk og Lviv í vestara parti av landinum, umframt Donetsk í eystara parti av landinum. Økið kring høvuðsstaðin Kyiv umframt landslutirnir Mykolajiv, Tjernihiv og Dnipro vórðu eisini raktir.
Pólland hevur í morgun sent stríðsflogfør í luftina orsakað av álopunum í vestara parti av Ukraina nær við markið til Pólland. Eisini vórðu tvær pólskar floghavnir í býunum Rzeszow og Lublin fyribils stongdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald