Innanlands

Landsfundur við politiskum orðaskifti

’Øll hava rætt til góð barnaár’ er evnið á landsfundinum hjá Bláa Krossi í ár

(Mynd: blakross.fo)

(Mynd: blakross.fo)

2019-03-13 11:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskifti hevur Blái Krossur Føroya landsfund á Toftum. Á skránni verður millum annað almennur pallborðsfundur, har umboð frá øllum politisku flokkunum fara at tosa um týdningin av at taka hond um børn, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing.

Blái Krossur Føroya hevur í nøkur ár arbeitt við verkætlanini ‘Øll hava rætt til góð barnaár’, har fokus hevur verið at hjálpa børnum og ungum, ið vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing. Hetta verður evnið á pallborðsfundinum leygardagin seinnapartin, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við heilsumálum, og umboð fyri allar politisku flokkarnar á tingi luttaka.

Jón Brian Hvidtfelt ver orðstýrari á pallborðsfundinum. Sløkkiliðsmennirnir luttaka við sangi.

Á skránni til landsfundin er eisini aðalfundur, ungdómsmøti leygarkvøldið og eitt ‘Syngið við’ kvøld sunnukvøldið, har harmonikuvinir luttaka. Eisini verður sunnudagsskúli sunnudagin, har barnakórið í Tabor syngur og børnini fáa ballónir og sunkist.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder