Innanlands

Landsinnsavnan hjá Bláa Krossi verður leygardagin

Allur peningurin í ár fer óskerdur til fyribyrgingararbeiði millum børn og ung í Føroyum við verkætlanunum "Títt Rúm" og "Liv Lívið"

2023-05-17 15:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 20. mai hevur Blái Krossur Føroya sína árligu landsinnsavnan. Allur peningurin í ár fer óskerdur til fyribyrgingararbeiði millum børn og ung í Føroyum við verkætlanunum ‘Títt Rúm’ og ‘Liv Lívið’.

Bússur verða bornar inn í øll hús kring landið, umframt at møguleiki er at lata gávu á heimasíðuni blakross.fo ella við at ringja á tlf. 905610 fyri at lata 150 krónur.

- Vit síggja ein stóran tørv á at hjálpa familjum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, og at arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi. Hesar báðar verkætlanirnar hava gjørt ein stóran mun fyri nógv børn, ung og familjur. Vit eru takksom fyri allan stuðul og vóna, at Føroya fólk tekur væl ímóti okkara bússuberum leygardagin og vil hjálpa okkum at hjálpa fleiri børnum, ungum og familjum, sigur Edva Jacobsen, aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya


Títt Rúm

Títt Rúm er eitt ókeypis lágáttar tilboð til øll í aldrinum 0 – 35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar bólka- og einstaklingasamrøður, umframt foreldra- og familjusamrøður.

Nakað av tí, vit hoyra frá teimum, sum hava verið í bólki: Ein genta sum er 14 ár: - Tað var ræðuligt allatíðina at goyma, at babba drakk. Ein drongur, sum er 10 ár, sigur - Eg fann útav, at tað eri ikki bara eg. og ein genta, ið er 19 ár:

- At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað ikki er mín skyld, at mamma drekkur.”


Liv Lívið

Verkætlanin Liv Lívið arbeiðir við at fyribyrgja, at ung fáa trupulleikar av rúsevnum og rúsdrekka. Hetta gera vit við at broyta hugburðin hjá vaksnum og ungum um, at ung rúsa seg. 

Nógv kenna eitt trýst til at rúsa seg, men vit ynskja at taka hetta trýstið burtur og at tað skal vera okay at siga nei, um ein ikki hevur hug. Eisini ynskja vit at fyribyrgja, at ung koma út fyri keðiligum hendingum orsakað av rúsi, og at ung gerast bundin at rúsevnum ella rúsdrekka.

Árliga landsinnsavnanin er ein týdningarmikil liður í at fíggja fyribyrgingar-arbeiðinum hjá Bláa Krossi Føroya, sum í stóran mun er borið av gávum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder