2018-10-13 07:09
Landsinnsavningin 2018 hjá Reyða Krossi gav 750.000 krónur. Tað boðar felagsskapurin frá.
- Reyði Krossur takkar føroyingum øllum, sum enn einaferð hava víst felagsskapinum stóra vælvild, soleiðis at Reyði Krossur fær nátt sínum endamáli at veita neyðhjálp, verður sagt.
Í miðal per íbúgva lata føroyingar munandi meira, enn gjørt verður í okkara grannalondum.
Nevndin í Reyða Krossi hevur gjørt av at veita eina hjálpandi hond har mest átroðkandi er, og senda 500.000 krónur sum neyðhjálp út í heim. Eisini eru avgerð tikin um at senda 250.000 krónur sum neyðhjálp til Yemen, og 250.000 krónur til Suður Sudan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald