Innanlands

Landskassin fingið tilboð upp á Tjaldur-partabrøvini

Landsstýrið tekur væntandi av einum tilboði, sum er nakað lægri enn virðið, sum ráðgevin, grannskoðarafelagið Januar, metti partabrøvini til, upplýsti Ruth Vang fyri løgtinginum í gjár

Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-31 09:33 Author image
Ingi Samuelsen

Alt bendir á, at landið er sinnað at selja landsins ognir í Pf. Tjaldur fyri nakað minni, enn virðismetingina.

Tað upplýsti Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum á løgtingi í gjár.

Løgtingið viðgjørdi eina broyting í bráfeingis fíggjarlógini, og hetta uppskot inniheldur eisini eina heimild til landsstýrið at selja landskassans ognir í partafelagnum.

Í fíggjarlógini fyri 2022, varð virðið av partabrøvunum  í Pf. Tjaldri sett til 7 milliónir krónur, sum er áljóðandi virðið av partabrøvunum. Men í lógaruppskotinum nú, verður virðið mett at liggja millum 18,2 og 23,1 milliónir krónur. Hetta byggir á eina meting, sum grannskoðarafelagið Januar hevur gjørt í sambandi við at felagið ráðgevur landskassanum við hesi søluni.

Men Ruth Vang upplýsti fyri tinginum í gjár, at landsstýrið hevur fingið eitt endaligt boð á 16,1 milliónir krónur, sum ráðgevararnir mæla landskassanum at taka av.

Landsstýriskvinnan segði, at hóast tilboðið liggur nakað lægri enn metingina hjá ráðgevaranum, so er hetta eitt nøktandi tilboð, tí tað er vanligt við avsláttri, tá talan er um ein so lítlan part, nevniliga 2,8 prosent av samlaða partapeninginum, og at talan er um eitt tilboð, ið er munandi hægri enn upprunaliga virðið á 7 milliónir krónur.

Løgtingið skal geva endaligt samtykki, áðrenn landsstýrið kann avgreiða henda handilin.

Uppskotið um broytingarnar í bráðfeingis játtanarlógini er nú til viðgerðar í løgtingsins fíggjarnevnd.

Gamalt felag

Pf. Tjaldur er eitt gamalt partafelag – tað elsta í føroysku partafelagsskrásetingini – tí tað er tað triðja, ið er skrásett í Føroyum. Upprunaliga er talan um Skipafelagið Føroyar.

Í dag er Pf. Tjaldur eitt íløgufelag, sum hevur sett pengar í onnur vinnurekandi feløg í Føroyum.

Fyritøkur, har Tjaldur er partur av eigaraskarðanum eru eitt nú JT Electric, Nema, Effo og Vindrøkt umframt aðrar.

Á heimasíðu felagsins verður sagt, at Tjaldur hevur sum mál at gera íløgur innan fiskivinnu og orku og so feløg, ið eru atknýtt hesum vinnum.

Rúni M. Hansen er nevndar formaður í Pf. Tjaldur. Hinir nevndarlimirnir eru Líggjas í Bø og Helge Lund. Janus Thomsen er stjóri í felagnum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald