Landslæknin hevði korona

Væl umtókti landslæknin er byrjaður aftur í starvinum, eftir at hava verið sjúkrameldaður síðani fyrst í apríl. Sambært Kringvarpinum hevur landslæknin havt covid-19

Lars Fodgaard Møller (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-29 15:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lars Fodgaard Møller byrjaði aftur í starvinum sum landslækni leygardagin eftir at hava verið sjúkrameldaður.

Í tíðindaskrivinum frá danska Stýrið fyri sjúklingatrygd varð gjørt greitt, at sjúkrameldingin ikki var orsakað sjúku av covid-19.

Men sambært Kringvarpinum hevur Lars Fodgaard Møller havt covid-19. Ein kanning fyri knøppum tveimum vikum síðani vísti, at Lars Fodgaard Møller hevði andevni móti Covid-19 í blóðinum.

Lars Fodgaard Møller vil ikki viðmerkja síni egnu persónligu viðurskifti. Boðini úr Stýrinum fyri Sjúklingatrygd er, at eitt tíðindaskriv um støðuna verðru sent út seinni í dag.

Les eisini: Landslæknin og fútin klára seg best

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder