Innanlands

Landsliðið í inniróðri úttikið

Rógvarar sum skulu umboða Føroyar í DM, EM og HM eru úttiknir

2022-12-30 20:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Róðrarsambandið hevur saman við landsliðsvenjaranum, Saritu Kristinu Hansen, tikið út rógvarar, sum skulu umboða Føroyar í DM, EM og HM.

Yngru rógvararnir fara at luttaka í DM, sum verður í Gladsaxe 21. januar 2023.

Tey vaksnu fara at luttaka í EM, sum verður í París 28. – 29. januar 2023, og í HM, sum verður í Toronto í døgunum 25.-26. februar 2023.

Róðrarsambandið ynskir øllum rógvarum bestu eydnu til kappingarnar og fer samstundis at takka øllum rógvarunum, sum luttóku í kappingunum í heyst.

FM verður 11. mars 2023 í Høllini við Streymin.

Úttikin at umboða Føroyar til DM eru:

Armgarð Sigurðsdóttir, Rakul Hansen og Sólrun Sigtórsdóttir Lützen  – Havnar Róðrarfelag

Ranja Maria Tórfinnsdóttir og Vár í Húsinum – KÍF Kappróður

Jónas Reinert – Hósvíkar Róðrarfelag

André Johannesen, Jónas G Hansson og Vár Fróðadóttir – Kappróðrarfelagið Tindur

Milan Guðjonsson – Klaksvíkar Róðrarfelag

John Magnusarson – SÍF Kappróður


Úttikin at umboða Føroyar til HM og/ella EM eru:

Mattias Durhuus – Hósvíkar Róðrarfelag

Sára Maria Johansen – Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

Vár Guriardóttir Hansen – Argja Róðrarfelag

Hans Petur Brekkstein – Havnar Róðrarfelag

Sarita Kristina Hansen og Zoe Dickson – KÍF Kappróður

Inga Weihe Sivertsen  – NSÍ Kappróður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder