Innanlands

Landsmyndugleikarnir avlaga kappingina um vindorkuna

SEV hevur latið gjørt frágreiðing um aðalendamálið í elveitingarlógini

2019-06-20 13:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Landsmyndugleikarnir skumpa kappingina um vindorkuna í Hoyvíkshaganum til viks, hóast vindorkuútboð í fríari kapping higartil hava spart vinnu, húsarhaldum og stovnum tilsamans 57 milliónir krónur. Soleiðis skrivar SEV um tað frágreiðing, sum SEV hevur gjørt um amboðið at halda aðalendamálið í elveitingarlógini um, at elprísurin ikki skal vera hægri enn neyðugt 

Kapping millum javnsettar partar hevur verið amboðið at finna røttu prísleguna í teimum vindorkuútboðum, sum hava verið higartil. Ein uppgerð vísir, at vindorkuútboðini í Neshaga, Húsahaga og Porkerishaga spara elbrúkarunum – t.e. vinnulívinum, húsarhaldum og stovnum –tilsamans 57 milliónir krónur í útreiðslum yvir 15 ára loyvistíðarskeiðini. Talan er um sparingar á 13,5 milliónir krónur í Neshaga, 37 milliónir krónur í Húsahaga og 6,5 milliónir krónur í Porkerishaga.

- Men landsmyndugleikarnir hava nú í stóran mun sett hetta amboðið til viks, tá talan er um vindorkuna í Hoyvíkshaganum, har ein tilsøgn til festaran og ein avtala við eitt privat felag forða fríari kapping. Hetta týðandi amboðið í lógini hevur annars verið brúkt fyri at halda aðalendamálið í elveitingarlógini um, at elprísurin ikki skal vera hægri enn neyðugt, skrivar SEV á heimasíðuni.

Les frágreiðingina og sí fylgisskjøl á heimasíðuni hjá SEV.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder