Innanlands

Landsrætturin staðfesti avgerðina: Paul Watson verður sitandi

Hann skal sita í varðhaldi til 5. september

Paul Watson kemur út rættarhølunum í Nuuk í síðstu viku (Mynd: KNR)

Paul Watson kemur út rættarhølunum í Nuuk í síðstu viku (Mynd: KNR)

2024-08-20 16:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Grønlendski landsrætturin hevur í dag staðfest avgerðina hjá rættinum í Nuuk um, at Paul Watson framhaldandi skal vera varðhaldsfongslaður. 

Hesum boðar grønlendska løgreglan frá á heimasíðuni.

Tað var hósdagin í síðstu viku, at rætturin í Nuuk longdi varðhaldsfongslingin av hvalaaktivistinum, meðan danska løgmálaráðið viðger málið um útflýggjan til Japan.

Paul Watson kærdi avgerðina til landsrættin, sum nú altso hevur staðfest avgerðina. Paul Watson verður tískil fyribils sitandi til 5. september.

Hvalaaktivisturin varð handtikin tá hann 21. juli við skipinum John Paul deJoria legði at bryggju í Nuuk, har teir skuldu bunkra.

Síðan hevur hann sitið í varðhaldi. Tað er danska løgmálaráðið sum skal taka avgerð um Paul Watson skal útflýggjast til Japan til rættarsókn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder