Innanlands

Landsrætturin: Tom Hagen skal leyslatast

Tveir av trimum dómarum meta ikki, at grundarlag er fyri skuldseta ríkmannin fyri morðið av Anne-Elisabeth Hagen. Dómurin er nú kærdur til hægsta rætt, og Hagen verður verandi í varðhaldi

Ákærurnar móti Tom Hagen eru framvegis galdandi, men Landsrætturin metti, at hann skuldi verið leyslatin (Mynd: EPA)

Ákærurnar móti Tom Hagen eru framvegis galdandi, men Landsrætturin metti, at hann skuldi verið leyslatin (Mynd: EPA)

2020-05-07 15:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsmorgunin í síðstu viku varð Tom Hagen handtikin, í samband við at kona hansara hevur verið horvin í hálvtannað ár. Einki lívstekin hevur verið frá Anne-Elisabeth Hagen síðani 31. oktober 2018, og at maður hennara varð handtikin í nógv umtalaða málinum vóru stórtíðindi í Noreg.

Les eisini: Stórt politistalið hevur handtikið Tom Hagen í morgun
                 Hjúnafelagin nú skuldsettur fyri drápið

Seinastu tíðina er bútaðurin hjá Tom Hagen kannaður gjølla, og ríkmaðurin, sum millum annað stovanði Elkraft, er framvegis í varðhaldi. Har verður hann helst verandi næstu tríggjar vikurnar, mení dag fekk hann sega góð boð.

Við landsrættin í Eidsivating mettu tveir út av teimum dómarum, at tað ikki var grundarlag fyri at skuldseta Tom Hagen fyri at hava dripið ella hjálpt við at dripið konu hansara.

Hetta upplýsir verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, fyri NRK seinnapartin.


Svein Holden hevur víst á, at Tom Hagen varð handtikin við einum sera tunnum grundarlagið.

Ákæruvaldið tekur málið víðari og hevur kært avgerðina hjá landsrættinum. Nú skal  hægsti rættur í Noreg taka støðu til, um Hagen framhaldandi skal verða fongslaður,  

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder