2019-02-23 11:44
Í byrjanuni av 1920'unum varð avgjørt at byggja eitt størri og meira tíðarhóskandi sjúkrahús til at avloysa Færø Amts Hospital í høvuðsstaðnum. Hetta dato'i fyri 95 árum síðani stóð Dronning Alexandrines Hospital til reiðar at taka í nýstlu.
Nú er navnið Landsjúkrahúsið, og tað er farið ígjøgnum nógvar broytingar, síðani tað varð bygt fyri næstan einari øld síðani, og tað er Føroya størsta arbeiðspláss í dag.
Í kvøld verður stór starvsfólkaveistla fyri at hátíðarhalda dagin, og í Góðan Morgun Føroyar í gjár frættist, at sjúklingarnir eisini fara at merkja dagin, tí teir fáa ræst kjøt og lagkøku omaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald