2019-01-29 10:08
Fyri einum mánað síðani samtykti Tvøroyrar býráð, at borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, mátti velja millum sessin sum borgarstjóri ella sessin á løgtingi.
Hóast hetta er ein mánaði síðani, hevur kommunala eftirlitið enn ikki fingið nakað at vita um hvat hendi hesum viðvíkjandi.
Kommunala eftirlitið vil vita hvat er hent, og um einki er hent, hví einki er hent, skrivar Kringvarpið.
Tað er nýggi meirilutin í býráðnum, sum avgjørdi, at borgarstjórin ikki kann røkja sessin sum borgarstjóri og løgtingsfólk samstundis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald