Innanlands

Landsstýrið tikið nýtt lán fyri 900 milliónir

Í mai tók landsstýrið lán á beint yvir eina milliard

Landsbankin skrivar í dag, at talan er um eitt 15-ára lán. Rentan er á beint yvir 3,6 prosent (Mynd: Sverri Egholm)

Landsbankin skrivar í dag, at talan er um eitt 15-ára lán. Rentan er á beint yvir 3,6 prosent (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-09 12:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroya Landsstýri tók í mai eitt lán á 1,1 millard krónur. Hetta var við at selja lánsbrøv í Føroyum og uttanlands, og var tað fyri at aftur lán, sum skuldi fella til gjaldingar fyrst í jan.

Les meira: Landsstýrið hevur tikið lá á yvir eina milliard

Nú hevur landsstýrið tikið eitt lán áljóðandi á 900 milliónir krónur. Landsbankin skrivar í dag, at talan er um eitt 15-ára lán. Rentan er á beint yvir 3,6 prosent.

- Landsstýrið kann eitt ár frammanundan, at eitt lán fellur til gjaldingar, taka lán til endurfígging. Tí hevur landsstýrið longu nú tann 1. juli 2024 tikið eitt 15-ára standandi lán uppá 900 mió. kr., sum fellur til gjaldingar 1. juli 2039. Effektiva rentan er 3,624%. Hesar 900 mió. kr. vera plaseraðar stutt fram til 2. juni 2025, tá ið lánið uppá 1,645 mia. kr. skal afturrindast.

Í mai næsta ár verður væntandi aftur ein lántøka framd fyri írestandi upphædd, sum er 745 milliónir krónur. Eisini skal ein upphædd koma til fígging av hallinum á fíggjarlógini í 2023 og 2024, umframt møguliga til gjaldførið. Hetta er so, at landskassin heldur ásetingina í lógini um at hava 15 prosent av BTÚ í gjaldføri, skrivar Landsbanki Føroya.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið frá mai 2024 her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder