Innanlands

Landsstýrið: Sirið stendur seg frægast

Varaløgkvinnan og nýggja forkvinnan í Tjóðveldi fær best umdømi frá veljarunum – einasta landsstýrisfólk, ið liggur oman fyri miðal, vísir veljarakanningin hjá Portalinum

Sirið Stenberg (Mynd: Sverri Egholm)

Sirið Stenberg (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-07 08:03 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Sirið Stenberg, varaløgkvinna og landsstýriskvinna við uttanríkis- og vinnumálum, er tann av landsstýrisfólkunum, sum klárar seg frægast.

Tað vísir nýggjasta veljarakanningin hjá Portalinum. Teir 500 veljararnir, sum vóru við í veljarakanningini, sum varð kunngjørd í farnu viku, vóru eisini spurdir um hvat tey halda um politikararnar, sum mynda landsstýrið í løtuni.

Ikki tí at forkvinna Tjóðveldis klárar seg væl. Hon er bara einasta av landsstýrisfólkunum, sum fær eitt ummæli, sum liggur oman fyri miðal.

Síðan Sirið tók yvir borðendan í Tjóðveldi og eisini uttanríkis- og vinnumál, er hon farin eitt stig upp í ummæli í mun til tíðina, hon tók sær av almannamálum. Seinast vit bóðu veljararnar geva landsstýrisfólkunum ummæli var í september í fjør. Tá lá Sirið Stenberg beint undir miðal, 2,86 – og nú liggur hon beint omanfyri, 3,10, sum tað einasta av landsstýrisfólkunum.

Les alla greinina í Blaðnum Vikuskifti ókeypis her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder