Innanlands

Landsstýrið tikið 900 milliónir krónur í láni

Føroya Landsstýri tók í gjár eitt nýtt lán á 900 milliónir krónur. 550 milliónir av hesum skal brúkast til at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar 27. juni. Restin er til landskassans gjaldføri

2023-06-08 10:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

27. juni í ár fellur eitt lánsbrævalán hjá Føroya Landsstýri, sum er 550 milliónir krónur, til gjaldingar.

Umframt endurfíggingina av teimum 550 milliónunum er neyðugt at taka 350 milliónir krónur afturat, fyri at taka atlit at mindstagjaldførinum, skrivar Landsbankin í dag.

Minstagjaldførið er 15 prosent av BTÚ (bruttotjóðarúrtøkuni) og var 3,05 milliardir krónur í 2022, men vaks við 350 milliónum til 3,4 milliardir krónur í 2023.  Hóast brottoskuldin við hesi eyka lántøku økist, so er nettoskuld landskassans tó enn tann sama, tí gjaldføri landskassans økist samstundis. 

Føroya Landsstýri tók tí í gjár eitt lán á 900 milliónir krónur við at selja lánsbrøv. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands.

Nýggja lánið er eitt 3-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 19. juni 2026. Áljóðandi rentan er 3,625 prosent. Kursurin fyri lánið er 99,927 og effektiva rentan, sum bæði tekur hædd fyri áljóðandi rentuni og kursin, er tí 3,651 prosent.

Rentustøðið er hækkað nógv síðsta árið, og tað merkir eisini, at landskassin skal rinda meira fyri síni lán.

Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna. Sølan av lánsbrøvunum gekk bæði skjótt og væl, eftirspurningurin eftir landskassans lánsbrøvunum var munandi størri, enn tær 900 milliónir krónurnar, ið tørvur var á, skrivar Landsbankin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder