Innanlands

Landsstýrið tikið ræðisrættin á Glasi

Løgmaður svaraði spurningum um støðuna á Glasi

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2019-02-13 13:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Aksel V. Johannesen, løgmaður, svaraði fyri løtu síðani spurningi frá Bárður á Steig Nielsen um liðugtgerð av Glasi.

Løgmaður segði, at 14,4 mió. kr. eru settar av til at gera byggiverkætlanina á Glasi lidna. Fyri at tryggja sær, at hendan játtanin verður nýtt til tað hon skal, hevur landsstýrið tikið ræðisrættin á fíggjarstýringini, tí at hendan als ikki hevur verið nøktandi. Tí skuldi nú tryggast, at pengarnir fara til tað, sum játtanin er til.

Ætlanin framyvir er tí at ein stýrisbólkur í landsstýrinum arbeiðir saman við stýrinum í skúlanum og Landsverki við at gera byggiverkætlanina liðugt. Stýrisbólkurin fær nú eisini ábyrgd av teimum avtalum, sum Landsverk ger.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder