Innanlands

Landsstýrið: Tvey landsstýrisfólk sita fyri mentamálum

Meðan Hanna Jensen fer at taka sær av skúlamálum, verður tað Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum eisini fer at umsita mentamál í landsstýrinum

2019-02-14 12:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Útbúgving og skúli fara at fylla nógv hjá landsstýrinum tað, sum eftir er av valskeiðinum. Landsstýrið ætlar millum annað at gera broytingar í fólkaskúlanum, at seta í verk eina nýggja skipan fyri vaksnamannaútbúgving og bæði at eftirmeta og tillaga yrkisútbúgvingarskipanina. Tí verður eitt landsstýrisfólk sett burtur av at røkja skúlamál.

Soleiðis skrivar Løgmansskrivstovan nú umrokering er í landsstýrinum.

Tað verður Hanna Jensen, ið hetta valskeiðið hevur verið forkvinna í mentanarnevndini í løgtinginum, sum skal røkja hetta økið.

"Hetta verður ein ómetaliga spennandi avbjóðing. Útbúgving og skúli hava altíð verið hjartamál hjá mær, og eg gleði meg at sleppa í gongd. Sama um valskeiðið er farið at halla, so eri eg ikki iva um, at vit fara at avgreiða nógv mál komandi mánaðirnar," sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlamálum.

 Á útbúgvingar- og skúlaøkinum eru fleiri stórar ætlanir fyri framman. Nýggjur húsarhaldsskúli skal byggjast í Klaksvík, miðnám á Kambsdali útbyggjast,  ítróttaháskúli gerast í Vági og nýggj heildarætlan gerast fyri gransking í Føroyum. Eisini skal ferð setast á arbeiðið við at byggja Kampus, nú tilmæli varð handað í vikuni.

Høgni Hoydal umsita mentamál

Meðan Hanna Jensen fer at taka sær av útbúgving og skúla, verður tað Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum fer at fyrisita mentamál í landsstýrinum. Tað merkir, at hann, umframt at umsita fiskivinnumál, framyvir eisini fer at umsita mentan, ítrótt, miðlar, kirkju, list og søvnini.

"Mentanin knýtir okkum saman og ger okkum til eitt fólk – eina tjóð. Hon er sterkasta megin, ið heldur okkum saman, hóast vit ikki altíð eru samd. Eg havi áður umsitið málsøkið, og tíðarskeiðið sum landsstýrismaður í mentamálum minnist eg aftur á við gleði. Tað verður spennandi og gevandi aftur at umsita mentamál," sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður

Mentamálaráðið fer at virka sum stjóraráð fyri bæði landsstýrisfólkini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder