- Vit skulu seta okkum eina null-hugsjón tá tað snýr seg um arbeiðsvanlukkur í Føroyum - og tað beinanvegin. Soleiðis sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna við arbeiðsmarknaðarmálum í opnum skrivi.
- Vit kunnu ikki liva við, at vit í Føroyum hava so nógvar arbeiðsvanlukkur og álvarsligar arbeiðsvanlukkur. Hetta kunnu og skulu vit gera betri, sigur hon í skrivinum.
Landsstýriskvinnan vísir á, at hon fyri stuttum hevur sett nýtt arbeiðsumhvørvisráð.
- Ráðið fer nú til verka við hesum málum sum hægstu raðfesting. Hetta er eitt ráð, sum er samansett av umboðum fyri arbeiðstakarar, arbeiðsgevarar, land, kommunur og starvsfólk. Tað er júst eitt virkið samstarv millum hesar partar, sum skal føra okkum fram á leiðini við eini null-hugsjón um arbeiðsvanlukkur í Føroyum.
![]()
Margit Stórá
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald