Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Steinar Eirikstoft í starv sum forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið og sum nýggjan sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum, Alexandru á Dul sum stjóra fyri sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Hans Paula Henryson sum stjóra fyri sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóra á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hetta skrivar Heilsu- og innlendismálaráðið í dag.
Steinar Eirikstoft er 37 ára gamal, útbúgvin sivilverkfrøðingur innan elektronikk, framleiðslu og leiðslu á Danmarks Tekniske Universitet umframt HD 2. part innan skipanarfrøði á Copenhagen Business School. Steinar hevur hollar royndir innan heilivágsídnaðin, harav 8 ár innan leiðslu bæði frá Novo Nordisk og frá Xellia Pharmaceuticals, har hann hevur starvast sum leiðari og stjóri síðani november 2014.
Steinar Eirikstoft tekur við starvinum 1. september 2019.
Alexandra á Dul er 38 ára gomul, útbúgvin bachelor í heimspeki og búskapi og cand. merc. í human resource management og búskapi frá Copenhagen Business School. Alexandra hevur hollar royndir innan strategiska menning á HR-økinum, har hon starvaðist í 6 ár hjá heilivágsfyritøkuni Biofac við at uppraðfesta førleikar og kapasitetin í virkseminum. Seinasta árið hevur Alexandra starvast sum ráðgevi í leiðslu og organisatión í Tórshavnar kommunu.
Alexandra tekur við starvinum 1. august 2019.
Hans Pauli Henryson er 56 ára gamal, útbúgvin skipsførari á Føroya Sjómansskúla. Hans Pauli hevur drúgvar leiðsluroyndir frá privata arbeiðsmarknaðinum. Hann hevur útvið 20 ára royndir hjá A.P. Møller-Mærsk, har hann sigldi sum skipari í altjóða sigling í 10 ár. Eisini hevur hann arbeitt á landi bæði í Danmark og í øðrum londum við eftirliti í sambandi við skipabygging. Síðani 2011 hevur Hans Pauli starvast hjá Skansi Offshore, har hann hevur siglt sum skipari og havt eftirlit við nýbygningum.
Hans Pauli tekur við starvinum 1. august 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald