- Spurningurin er, um hetta hevði hent í nøkrum øðrum landi. Og spurningurin er, um hetta hevði hent, um skiparin hevði nakran annan tjóðskap enn føroyskan.
Tað segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, til próvhandanina á Vinnuháskúlanum fríggjadagin. Hon sipaði til hendingina í síðstu viku, tá ein týsk kvinna var komin umborð á skeivt skip. Hon varð farin við Smyrli, men skuldi við Norrønu.
- Tey sum hugdu út á fjørðin undraðust, tá Smyril – sum akkurát hevði loyst fyri at sigla til Suðuroyar - knappliga kúvendi - og aftur gjørdi eyðkendu manøvrirnar fyri at leggja at.
- Tað vísti seg, at tað var ein týsk dama, eitt ferðafólk, sum hevði verið í Føroyum og sum skuldi avstað aftur við Norrønu, sum var endað á skeivum skipi. Hon hevði blandað Smyril við Smyril Line.
- Og skiparin gjørdi ikki mætari enn at sigla hana innaftur til lands.
Mynd: Mentamálaráðið
- Føroyska sjófólkið hevur ómetaliga gott orð á sær úti í heimi. Sama hvør tittulin er og hvat stendur á próvnum, so ganga føroyingar fyri at vera raskir, álítandi, dugnaligir og lættir at hava við at gera.
- Men tað eru jú ikki bara tit, sum koma út av skúlanum, sum hava gott orð á tykkum. Tað hevur sjálvur skúlin sanniliga eisini. Tit fáa í dag prógv frá einum av heimsins fremstu maritimu skúlum – og fólk aðrastaðni frá koma higar á skeið og at læra.
Les eisini: Smyril mátti venda við tí útlendskt ferðafólk endaði á skeivum skipi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald