2019-01-11 06:51
Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum og Arbeiðsmarknaðarmálum, Heðin
Mortensen, var í gjár á vitjan í Tunnilsfelagnum.
Stjórin í Tunnilsfelagnum, Uni Danielsen, hevði eina góða framløgu fyri
landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin fekk góða kunning um verandi støðu,
og eisini um framtíðarætlanir hjá felagnum. Felagið hevur góða tøkni og
viðurskiftini eru væl skipað.
Viðlíkahaldið er gott, og í næstum skal ljósútgerðin verða skift út, so at ljós
kemur í hvønn krók í føroyskum tunnlum.
Økingin í ferðsluni er í báðum tunnlunum, og tað frættist, at nú kostar tað einans
20 krónur at koyra ígjøgnum.
- Tunnilsfelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald