Innanlands

Landsstýrismaðurin á vitjan hjá Strandfaraskip Landsins

Endamálið varð m.a. at fáa størri innlit í dagliga virksemið hjá stovninum

Mynd: Samferðslumálaráðið

Mynd: Samferðslumálaráðið

2019-01-30 13:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hósdagin tann 17. januar 2019 var landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Heðin Mortensen, og partur av umsitingini á vitjan hjá Strandfaraskip Landsins á Tvøroyri. Endamálið við hesi vitjan var at fáa høvi til at heilsa uppá starvsfólkini og eisini at fáa størri innlit í dagliga virksemið hjá stovninum. Við umleið 210 starvsfólkum er Strandfaraskip Landsins ein stórur stovnur og hevur eisini ein tann størsta leiklutin í okkara samferðslu.

Undir vitjanini vóru ymsar áhugaverdar framløgur á skránni. Eitt nú hevði Róaldur Jákupsson, fíggjarleiðari, eina framløgu, har hann tók samanum rakstur og játtan fyri 2018. Afturat hesum vóru framløgur um ymsar verkætlanir, har allar høvdu felags endamál, ið er at tryggja ein skynsaman rakstur og økt nøgdsemi hjá viðskiftafólkunum.

Eisini var landsstýrismaðurin í Porkeri og vitjaði allar arbeiðsmenninar í grótbrotinum, har formaðurin greiddi væl frá, hvussu ein arbeiðsdagur hjá teimum sær út, skrivar Samferðslumálaráðið. Hesir menninir vórðu sera fegnir um, at landsstýrismaðurin kom á vitjan og var hetta ein sera jalig vitjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder