Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Heðin Mortensen, vitjaði Ráðið fyri Ferðslutrygd fyrradagin.
Lovisa P. Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd sigur, at talan var um ein jaligan fund, har prátað varð um virksemið hjá RFF og hvussu arbeitt verður við átøkum, upplýsing og hagtølum. Eisini varð komið inn á framtíðar avbjóðingar og ynski, har ein endurskoðan av landsferðslutrygdarætlanini liggur sera ovarlaga.
Við støði í null-hugsjónini, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni, er týdningarmikið at arbeitt verður miðvíst og skipað við ferðslutrygd. Tí hetta kemur ikki av sær sjálvum, skrivar Ráðið.
Tað var ein sannur varði á leiðini, tá fyrsta landsferðslutrygdarætlanin var gjørd í 2007. Ein ætlan við einum yvirskipaðum máli um 30% færri ferðsluvanlukkur við fólkaskaða í 2015, við støði í tølunum fyri 2006. Í ferðslutrygdarætlanini vóru 36 konkret tilmæli til, hvussu málið kann náast. Nógv av hesum tilmælum eru gjøgnumførd, meðan onnur enn liggja á láni.
Upprunaliga ætlanin var, at ferðslutrygdarætlanin skuldi endurskoðast í 2012 og gekk hon út í 2015. Í hesi tíðini er yvirskipaða málið um færri ferðsluvanlukkur við fólkaskaða eydnast. Og 2018 gjørdist eitt søguliga gott ferðsluár, tí hetta var fyrstu ferð í meiri enn hálva øld, at ongin doyði í ferðsluvanlukku í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald