Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í landsstýrismálanevndini fer ikki at kalla nevndina inn til fundar at viðgera málið.
Tað sigur hann við útvarpið í dag.
Grein 5 stk 6 í skipanini fyri landsstýrismálanevndina sigur, at nevndin tekur ikki mál til viðgerðar, tá ið málið snýr seg um, at ein meirútreiðsla er hildin, sum ikki er lógarheimild fyri. Kærur um slík mál verða send løgtingsgrannskoðarnum til víðari viðgerð, skrivar kvf.fo.
Men løgmaður fer at gera eina kanning. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur við útvarpið í kvøld, at hann fer at seta eina kanning í verk, tá fólk koma aftur úr jólafrí fyrst í nýggja árinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald