Samgongan hevur í løtuni 33 mál liggjandi í tinginum. 23 av teimum skulu avgreiðast komandi tíðina - tíggju kunnu bíða.
Hetta sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við Kringvarpið.
Tað var á landsstýrisfundi í gjár, at hendan avgerðin varð tikin. Tingarbeiðið skuldi koyra við fullari ferð frá mitt í mars, men koronastøðan forðaði fyri tí. Tingið fær heldur ikki arbeitt heilt sum vant í løtuni, og tí er neyðugt at útseta ymiskt.
Tað er ikki greitt enn, júst hvørji mál verða viðgjørd, og hvørji verða løgd til síðis.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, hevur sagt, at løgtingið í næstum fer aftur til vanliga tingarbeiði, men tað ber ikki til at arbeiða heilt sum vanligt, orsakað av tilmælunum.
Eftir ætlan verða mál viðgjørd í komandi viku. Tey tíggju málini hjá Landstýrinum, sum kunnu bíða, verða viðgjørd einaferð eftir Ólavsøku.
Kringvarpið skrivar, at sambært Bárði á Steig Nielsen, verða kunngerðirnar um hjálparpakka tvey viðgjørdar á landsstýrisfundi í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald