2024-11-20 17:15
Avgerð er nú tikin um eisini at steingja landsvegin millum Sandavág og Fútaklett.
Vágatunnilin hevur í eina løtu verið stongdur fyri ferðslu vestureftir, tí tað standa so nógvir bilar fastir á landsvegnum millum Fútaklett og Hálsin.
Sambært heimasíðuni hjá Landsverki er vegurin til Vestmanna framvegis stogndur.
Tað er heldur ikki koyrandi til Gjáar og sera vánalig koyrilíkindi eru til Oyndarfjarðar.
Ein viðfestivognur hevur koyrt seg fastan á vegnum oman fyri Syðrugøtu, og bilførarar verða bidnir um at vísa størsta varðsemi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald