Innanlands

Landsverk: Alternativa linjuføringin verður 80-140 milliónir dýrari

Stórur áhugi fyri kunning um nýggja Hvalbiartunnilin. Kunningarfundur var í Salti seinnapartin

Mynd: Landsverk

Mynd: Landsverk

2019-03-10 20:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsverk skipaði í dag fyri kunnandi fundi í Salt í Suðuroy, har kunnað varð um komandi tunnilsverkætlanina til Hvalbiar. Verkætlanin hevur stóran áhuga, og tað sást eisini aftur í talinum á fólki, ið høvdu leitað sær í Salt tíðliga seinnapartin.

Arbeiðið við nýggjari farleið til Hvalbiar byrjar í næstum, og í hesum sambandi skipaði Landsverk í dag fyri kunning um verkætlanina, sum fór fram í Salt tíðliga seinnapartin.

Umframt umboð fyri Landsverk, sum er byggiharri, LBF, ið er ráðgevi, og Articon, sum væntandi verður høvuðsarbeiðstakari, var landsstýrismaðurin í samferðslumálum eisini til staðar á kunnandi fundinum í Salt.

Tiltakið byrjaði klokkan 13.15, har Heðin Mortensen, landsstýrismaður, bjóðaði vælkomin. Hann vísti millum annað á, at tað nú er klárt at skriva undir arbeiðstakarasáttmálan.

Síðani greiddi Jóannes S. Jensen vegna byggiharran Landsverk frá sjálvari verkætlanini, linjuføringini, og hvørji atlit Landsverk vanliga tekur, tá slíkar linjur verða lagdar. Eftir hetta greiddi stjórin á Articon, Jón Sigurdsson frá, hvussu arbeiðið á staðnum ætlandi verður skipað.

Alternativ loysn munandi dýrari
Í seinastuni hevur kjak stungið seg upp um linjuføringina til nýggja Hvalbiartunnilin, ið Landsverk hevur mælt til og hevur bjóðað út, og sum stovnurin er í samráðingum við Articon um at gera. Nakrir borgarar í Hvalba við Róini Schrøter á odda seta spurnartekin við linjuføringina í mun til millum annað hædd og vind.

Eftir stjóran á Articon fekk Róin Schrøter tí orðið. Hann vísti á alternativu linjuføringina, sum verandi munandi betri, tá hugsað verður um bæði vind og kava, eins og hon er betri framtíðartryggjað enn tann, ið ætlanin er at gera. Heðin Mortensen lovaði at kanna alternativa uppskotið til linjuføring.

Fíggjarliga er alternativa loysnin mett at vera 80-140 millliónir krónur dýrari. Millum annað tí, at tunnilin verður tá umleið 1,6 kilometrar longri. Eisini verður tunnilin árliga umleið 700.000 krónur dýrari í rakstri og viðlíkahaldi enn núverandi verkætlan.

Landsverk hevur skyldu at umsita skattgjaldarans pening á mest skynsaman hátt, og tí ber ikki til at síggja burtur frá fíggjarligu kørmunum. Bæði til verkætlanina, men eisini ta upphædd, sum verður sett av til árligan rakstur og viðlíkahald.

Eisini vísir Landsverk á, at um tað politiskt verður avgjørt at broyta tunnilsprosjektið til ta alternativu linjuføringina, má útbjóðingin strikast. Núverandi prosjekt kann tá ikki endurnýtast, og fleiri forkanningar av jarðfrøðini mugu gerast. Hetta kann seinka verkætlanina í tvey ár.

Nærum somu stødd sum Hovstunnilin
Tað verður oftani nevnt, at nógv verður spart í vetrarhaldinum við at byggja ein tunnil í staðin fyri ein veg. Hetta er rætt, um ein bara hyggur at sjálvum vetrarhaldinum, men aðrar útreiðslur eru tengdar at viðlíkahaldinum av einum tunli. Til dømis liggja útreiðslurnar til streym í Hovstunlinum á umleið 500.000 krónur árliga ella 200 krónur fyri hvønn metur av tunli. Samlaðu útreiðslurnar til vetrarhald í Suðuroynni hava seinnu árini ligið á umleið 800.000 krónur, sum svara til 10 krónur fyri meturin av vegi.

Nýggi Hvalbiartunnilin verður 2,5 kilometrar langur, sum er 100 metrar longri enn Hovstunnilin, og við somu vegabreidd á 7 metrar. Afturat tunlinum skulu gerast 2,3 kilometrar av vegi hvalbiarmegin, og 0,9 kilometrar trongisvágsmegin. Játtanin til Hvalbiartunnilin er 272 mió. krónur.

Eftir spurningar, viðmerkingar og nakað av kjaki um linjuføringina á nýggja Hvalbiartunlinum, endaði kunningarfundurin við, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum aftur fekk orðið. Hann lovaði at kanna alternativa uppskotið til linjuføring, og nýtti somuleiðis høvið at koma inn á ein komandi Suðuroyartunnil. Fyrr í vikuni setti Heðin Mortensen ein arbeiðsbólk, ið skal hava sum arbeiðssetning at kanna og útgreina møguleikar, fyrimunir og vansar við at gera ein Suðuroyartunnil frá Sandoynni til Suðuroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder