Innanlands

Landsverk ávarar enn um nógvan vind

Fleiri støð kring landið eru løgd afturat ávaringini hjá Landsverki

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-01-10 14:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvur vindur hevur verið í allan dag, og í allan dag hevur Landsverk boða frá, at koyrilíkindini eru ávirkaði av vindinum.

Nú tað lýðir út á seinnapartin eru fleiri støð løgd til listan, har nógvi vindurin er til ampa fyri ferðsluna.

Á oyggjarvegnum við Norðadalsskarð er skrið, í hvirlunum upp til 39 m/s.

Á Kambsdali og á Oyndarfjarðarvegnum er andøvsgul, men í hvirlunum upp til 30 m/s.

Á Høgareyni er skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s, og eisini er skrið um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum, har tað er upp til 26 m/s í hvirlunum.

Á Porkerishálsi er hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s.

Sí koyrilíkindini her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder