2019-02-06 09:02
Nógvi kavin sum hevur ligið seinastu tíðina er nú farin at tiðna, og hetta skapar trupulleikar í ferðsluni.
Landsverk biðir bilførarar um at vísa varsemi, nú áarlop eru, sum standast av at blot kemur í kavan.
Landsverk biðir eisini, at bilførarar mugu ansa sær fyri hálku. Sagt verður at roknast kann við hálku á Høgareyni og á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald