Innanlands

Landsverk: Hált og jarðrok í støðum kring landið

Í morgun fór ein bussur út av vegnum í Kaldbaksbotni, men annars hava ongar fráboðanir verið um nakað óhapp fyrrapartin, sigur løgreglan

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2023-03-13 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koyrilíkindini eru ring í morgun. Hált er um alt landið, tað er jarðrok í støðum, og í støðum er bert eitt spor grivið.

Sambært nýggjastu fráboðanini hjá Landsverki, er í Suðuroynni ikki koyrandi eftir Fámjinsvegnum, og á Sandoynni er ikki er koyrandi til Skarvanes.

Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum, Gjáarvegnum, og Elduvíkavegnum, og tað er bara eitt spor grivið til Sumba, Saksunar og millum Hvannasund og Viðareiði.

Í morgun fór ein bussur hjá bussleiðini hjá Tórshavnar kommunu útav vegnum í Kaldbaksbotni, men sum skilst hevði hetta ikki nógv uppá seg.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at hóast tað hevur elvt til eitt sindur av trafikki í morgun, har einans eitt spor hevur verið grivið, hava sum so eingir trupulleikar verið, og hava tey ongar fráboðanir fingið um nakað óhapp ella nakran, sum hevur staðið fastur í morgun.

Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder