2023-01-15 09:39
Tað er hált um alt landið, og tað er ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyggjarvegnum og til Norðadals, boðar Landsverk frá í morgun.
Tað eru eisini vánalig koyrilíkindir, frá við Streymin og norð til Tjørnuvíkar.
Seinastu tímarnar hevur løgreglan eisini fingið fleiri fráboðanir frá bilførarum, sum hava staðið fastir í kavanum. Fráboðanir komu m.a. úr Eysturoynni og úr Norðurstreymoy, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. M.a. stóðu bilar fastir í kavanum uttan fyri Norðskálatunnilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald