Innanlands

Landsverk heiðrar besta asfaltsarbeiðið

Heiðursløn veður handað fyri besta asfaltarbeiði í farna ári

Mynd: Landsverk

Mynd: Landsverk

2019-01-18 13:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

 

Fyri skjótt einum ári síðani skipaði Landsverk fyri evnisdegi um asfalt. Undirtøkan var so mikið góð, at stovnurin aftur í ár hevur valt at skipa fyri einum asfaltdegi, har nógvar áhugaverdar framløgur vera at hoyra. Eins og í fjør verður heiðursløn handað fyri besta asfaltarbeiði í farna ári.

Undir heitinum ”Gott asfalt – eitt tvørfakligt liðavrik” skipar Landsverk fyri einum asfaltdegi fríggjadagin 1. februar á Hotel Føroyum. Eins og í fjør verður í ár handað einum asfaltliði heiðursløn fyri at hava framt eitt serliga dygdargott avrik í farna ári. Í fjør streyk HJ Asfalt avstað við sigrinum fyri eitt asfalteringsarbeiði í Klaksvík, skrivar Landsverk á heimasíðuni.

Tað verður Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum setir asfaltdagin. Síðan fer Heðin Poulsen, deildarleiðari fyri Framleiðsludeildina á Landsverki, at greiða frá innihaldinum á degnum. Eftir hann verður tað Sigurd Justinussen, planleggjari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki, ið fer at siga frá teirra arbeiði við at dagføra samferðsluætlanina fyri Føroyar, ið kemur út í næstum. Heitið á framløguni er ”Føroyska veglikamið bløðir.”

Næsta framløgan á skránni hevur heitið ”Hví gera vit, sum vit gera í Føroyum”, og tað er Kim Krett Hansen, verkfrøðingur á LBF, sum fer at hugleiða um hetta evnið. Eftir ein kaffistegð fær Henrik Stær, deildarleiðari á Colas Activ Sealing í Danmark, orðið, og hansara framløga hevur heitið ”Overfladebehandling/forsegling”. Tá hann er liðugur fer Anders Steiniche Johansen frá NCC Industry at greiða frá, hvussu tey loysa smáar asfaltuppgávur við sonevndum ”mikroasfaltliðum”.

Seinnapartin verður sett upp eitt samrøðupanel við asfaltformonnum í Føroyum, har Eydna S. Mikkelsen, verkfrøðingur á Landsverki, verður orðstýrari.

Sum tað seinasta á skránni á Asfaltdegnum 2019 fer Armgarð E. Steinhólm, leiðari á Deildini fyri Infrakervi, at handa heiðursløn fyri besta asfaltarbeiði í 2018.

Í steðgunum verður møguligt at hitta umboð fyri veitarar, sum sýna fram útgerð til asfalt- og byggivinnuna.

Seinasta framløgan á degnum verður um skerv- og asfaltroyndir. Tá royndir verða tiknar av asfalti og skervi, er ikki líkamikið, hvar og hvussu royndin verður tikin. Fyri at tryggja samanberilig úrslit av royndunum, eru standardir og vegleiðingar, ið vísa á, hvussu royndartøkan skal gerast. Dávur Johannesen frá Royndarstovuni hjá Landsverki í Hundsarabotni fer at vísa dømir um skeivar og rættar royndartøkur, og hvørja ávirkan hetta hevur á royndina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder