Innanlands

Landsverk heitir á at gera bilin vetrarkláran

Øll eiga at nýta vetrar- ella píkadekk, tá kuldastigini nærkast

Mynd: Landsverk

Mynd: Landsverk

2018-10-19 12:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sambært kanningum hjá Landsverki seinnu árini eru tað alsamt fleiri bilførarar, sum velja vetrardekk fram um píkadekk. Av tí at  summardekk eru gjørd úr slíkum tilfari, sum harðnar, tá tað er kalt, eru øll vetrardekk betri enn summardekk um veturin. Tí eiga øll at nýta vetrar- ella píkadekk, tá vit nærkast kuldastigunum.

Í Føroyum er tað loyvt at koyra við píkadekkum í tíðarskeiðnum frá 16. oktober til 30. apríl, skrivar Landsverk á heimasíðu síni.

Mynsturdýpd
Í Føroyum fylgja vit ES-krøvum um mynsturdýpd á dekkum. Mynsturdýpdin á dekkum skal sambært "detail forskrift for køretøjer" í minsta lagi vera 1,6 mm. Tó vilja fakfólk vera við, at summardekk í minsta lagi skulu hava 2 mm dýpd og vetrardekk 3 mm mynsturdýpd.

Ansið eftir hvørjum øðrum!
At enda ein áheitan til allar bilførarar at koyra varliga í vetrarferðsluni. Lat ferðina taka ta tíð, sum krevst og halt fjarstøðu frá bilinum frammanfyri. Koyr altíð eftir umstøðunum.

Kunna teg um veðrið

Tað sama um tú skalt til útróðrar ella á sjógvin, so fært tú seinastu aldumátingarnar. Ella um tú til dømis ert staddur í eini útlendskari lufthavn og ynskir at vita, hvussu floglíkindini eru vesturi í Vágum. Tá kann veðurstøðin á Vatnsoyrum upplýsa ætt og vindmegi, umframt at vísa vevmynd av veðrinum á Vatnsoyrum. Okkara veðurtænastan er óheft av tíð og staði, umframt at upplýsingarnar eru neyvar, aktuellar og lætt atkomuligar.

Upplýsingar um veðrið fært tú av heimasíðuni her, í útvarpinum ella beinleiðis í fartelefonina umvegis app'ina. Upplýsingarnir um veðrið stava frá teimum 27 veðurstøðunum hjá Landsverki kring landið, sum veita upplýsingar um millum annað hita, vind, ætt og hvirlur hvørt 10. minutt alt samdøgrið.  Av teimum 27 veðurstøðunum eru 14 eisini útgjørdar við vevmyndatóli, soleiðis at til ber at síggja støðuna á vegnum á heimasíðuni her ella í tíni fartelefon.

Setir tú teg í bilin árla á morgni ein kaldan vetrardag, áðrenn útvarpið er byrjað, og ert tú í iva, um tað man vera hált um til dømis Gjáarskarð, ber til at kanna koyrilíkindini umvegis snildtelefon.

Les meiri um at tryggjað teg í vetrarferðsluni og fá góð ráð á heimasíðuni hjá Landsverki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder