Nú verður søkt eftir nýggjum stjóra til Landsverk. Hesum boðar Samferðslumálaráðið frá í dag.
- Landsverk skal hava nýggjan stjóra at standa á odda fyri teimum 150 fólkunum, ið mynda stovnin. Sum ein hin elsti parturin av landsfyrisitingini hevur Landsverk ment góðar siðvenjur og eitt sterkt fakligt umhvørvi. Dugnalig starvsfólk standa klár at lyfta tær uppgávur, ið Landsverk hevur; men stovninum vantar stjóran, sum við virkisfýsni og áhaldni skal ganga á odda, stýra og samskipa fjølbroyttu virkisøkini. Kvinnan ella maðurin, sum vit sóknast eftir, hevur professionellan hugburð til rakstur og leiðslu, og skal tora at taka við avbjóðingini at seta Landsverk inn í ein nútíðar samfelagsbygnað, skrivar Samferðslumálaráðið á heimasíðu sína.
- Í fyrsta lagi vera uppgávurnar at menna og áhaldandi tillaga stovnin til nútíðar tørv, leiðslu- og fyrisitingarhugburð. Stjórin skal, saman við leiðslu og starvsfólki stovnsins, tryggja og styrkja álitið á stovnin, innanhýsis, millum manna og í mun til politisku skipanina. Inneftir skal stjórin ganga á odda í skapanini av eini felags mentan við greiðum leiðslutilgongdum og heildarfatan í tænastum, fíggjar- og starvsfólkaviðurskiftum, stendur m.a. í starvslýsingini.
Starvið er áramálssett í 3 ár við møguleika at leingja setanina í 3 ár.
Freistin at søkja starvið sum stjóri á Landsverk er á middegi 5. apríl 2019.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald