Í sambandi við, at vakra barnabókin, Langa Lina langomma, kom út um mánaðarskiftið november-desember, verður skipað fyri hugnaligari søguløtu við rithøvundinum Aðalbjørg J. Linklett.
Søguløtan verður í Klaksvíkar bókasavni leygardagin kl. 12. Annika Egholm, býarbókavørður í Klaksvíkar bókasavni, fer at hava eina stutta samrøðu við Aðalbjørg um bókina, og síðani fer Aðalbjørg at lesa úr bókini fyri børnum, sum eru umleið 3-7 ár.
Rakul Ró Steintórsdóttir fer eisini at syngja nøkur løg. Til tiltakið ber eisini til at keypa bókina fyri serprís.
Langomma hevur ikki altíð verið langomma. Hon hevur eisini verið omma, mamma og eitt barn – líka sum eg, hugsar lítli drongurin, ið er so heppin at eiga eina fitta langommu, sum fegin vil nana og siga frá søgum. Annika Øyrabø hevur myndprýtt bókina.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald