Innanlands

Langhylurin verður ætlandi boðin út í juni

Posjekteringin verður ætlandi liðug í mai, og Tórshavnar kommuna ætlar, at spakin til Føroya næsta langhyl verður settur í einaferð í heyst.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-01-29 15:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hevur arbeitt verið at gera langhyl í Gundadali, og Tórshavnar kommuna skrivar nú soleiðis á heimasíðu sína um gongdina og tíðarætlanina: 

Ætlandi verður prosjekteringin av langhylinum í Gundadali liðug í mai mánaði, og verkætlanin skal tá vera klár at taka støðu til hjá avvarðandi nevnd og býráð.

Tá skal støða takast til útbjóðing av verkætlanini, sum ætlandi verður í juni 2020.

Ætlanin er, at avvarðandi nevndir og býráðið skulu taka støðu til arbeiðstøkusáttmála í september, og at spakin kann setast í í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder