
Mikudagin 19. mars kl 19 sýnir Filmsfelagið nýggja stórfilmin “The Brutalist” í Havnar Bio. Sýningin er almenn.
Norska Mona Fastvold og maðurin Brady Corbet, siga í stórfilminum, “The Brutalist”, søguna um holocaust yvirlivaran László og konuna Erzsébet, sum fara til Amerika at royna eydnuna. Fyri avrikið fingu tey tríggjar Oscarvirðislønir.
Vit eru í eftirkígsárinum 1947 tá hin framskygdi jødiski arkitekurin, László Toth (Adrien Brody) og konan, Erzsébet (Felicity Jones), gera av, at fara úr Evropa til Amerika at endurnýggja og byggja upp aftur lív, arbeiði og hjúnarlag, eftir at krígsstøðan og skiftandi landamørk hava skapt skilnað teirra millum. László er ungarskur jødi, sum kom undan Holocaust við lívinum.
Í nýggja og fremmanda landinum búseta tey seg í Pennsylvania, har hin mektigi og tó loyniligi vinnulívsmaðurin, Harrison Lee Van Buren (Guy Pierce) skjótt kemur eftir, hvussu hann kann brúka førleikararnar hjá fremmanda arkitektinum at gera nakað stórt í nýggja heimlandinum, USA.
Men viðurskifti sum makt og arvur eru ikki altíð so løtt og beint fram at handfara.
Leikstjórin, Brady Corbet (f.1988), hevur skrivað søguna saman við norsku Mona Fastvold (f.1986), sum fyrr var gift við Sondre Lerche. Síðan 2012 hava Mona og Brady hildið saman, og tvey ár seinni fingu tey eina dóttir. Søguna um Toth hava tey bæði bygt á stóru jødisk-ungarsku arkitektarnar Marcel Breuer og Ernő Goldfinger.
“The Brutalist” varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Venezia í fjør heyst, har hann fekk virðisløn fyri bestu leikstjórn. Við ársbyrjan vann “The Brutalist” tríggjar Golden Globe virðislønir: besti filmur við bestu leikstjórn og besta mannliga høvuðsleikluti. “The Brutalist”, sum í tíggju førum varð skotin upp at fáa Oscarvirðislønina í ár, vann tríggjar. Tað var fyri besta mannliga høvuðsleiklut, sum fór til Adrien Brody, bestu fotografering og besta tónleik.
Leggið til merkis, at stórfilmurin, sum varir 215 minuttir, byrjar klokkan 19. Ein steðgur verður í sýningini. So hetta kvøld er tað sum í gomlum døgum, at tú kanst hitta fólk og fáa eitt gott biografprát í steðginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald