2023-05-08 08:38
Klokkan 11 verður fyrsta skotið latið av í Húsareynstunlinum, og skjøtul verður av álvara settur á betri farleið millum innkomuvegin og vesturbýin.
Í tí sambandi verður hátíðarhald við endan av Villingardalsvegnum mánadagin, har Havnar Hornorkestur spælir, og Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson og Dennis Holm siga nøkur orð.
Tað verða borgarstjórin og formaðurin í teknisku nevnd í Tórshavnar Býráðið, sum trýsta á knøttin til fyrsta skotið av Húsareynstunnlinum, sum verður 2,2 kilometrar langur.
Verkætlanin, sum fevnir um nýgga innkomuvegin og tunnilin er mett at kosta 324 milliónir krónur. Articon stendur fyri arbeiðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald