Innanlands

Lata upp á Mølini í dag

Nýggj café letur upp í Skálavík seinnapartin

Mynd: Caféin á Mølini

Mynd: Caféin á Mølini

2018-06-30 08:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Caféin á Mølini í Skálavík, sum hjúnini Birita og Martin Karl Olsen hava arbeitt við at latið upp seinastu tíðina, letur í dag upp.

Tað verður klokkan 15. Ein tíma seinni vitja spælimenninir Eyðstein og Poul Jákup, og helst verður onkur góð søga.

Klokkan 19 lesur Oddfríður yrkingar og hugleiðir um at seta orð saman. Frá klokkan 21 spælir Ravnar góðan countrytónleik.

Talan er um gamla handilsbygningin á Mølini. Ætlanin er at caféin skal gerast ferðavinnumiðdepil fyri Sandoynna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder