Við árslok í fjør varð Tina Grønbech Tausen sett sum leiðari fyri FabLab í Vági og síðani hevur verið arbeitt miðvíst fram ímóti at FabLab í Vági skal lata upp fyri almenninginum.
Ætlanin var, sambært Vágs kommunu, at FabLab í Vági skuldi lata upp í vár, men hendan ætlan varð darvað av koronastøðuni.
Nú verður so miðjað ímóti, at FabLab í Vági letur upp fyri almenninginum í september, segði Tina Grønbech Tausen, tá Vágs Býráð var og vitjaði staðið mánakvøldið. Les meira her.
Um FabLab
FabLab er ensk stytting av Fabrication Laboratory. Við øðrum orðum er talan um eitt verkstað fyri skapandi fólk, har talgild og analog amboð eru til taks. FabLab eru um allan heim, og eru tey vanliga útgjørd við áleið somu útgerð og eru tað eisini krøv til útgerðina, fyri at gerast eitt altjóða góðkent FabLab.
FabLab í Vági varð í februar góðkent sum eitt altjóða góðkent FabLab, og varð hetta 2. góðkenda FabLab í Føroyum, hitt er á Miðnámsskúlanum á Kambsdali.
Umframt at vera eitt tilboð til næmingar í Vágs Skúla, so er ein av kjarnunum í FabLab eisini, at tey skulu vera opin fyri almenninginum, og soleiðis verður eisini við FabLab í Vágs Skúla – og verður meiri at frætta um hetta, tá FabLab letur upp í september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald